* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjálvur stórhvalaplanurin á støðini við Áir.

Myndareportasja: Hvalastøðin við Áir

Í summar er Hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum hvønn fríggjadag. Tríggjar ferðir um dagin hesar fríggjadagarnar ber til at fara runt á hvalastøðini við frásøgufólki, men tað ber sjálvandi eisini til at hyggja seg um á støðini uttan frásøgufólk.

Seinastu mongu árini hava royndir verið gjørdar at bjarga einastu hvalastøðini, sum eftir er í Føroyum, frá at fara fullkomiliga fyri einki. Bygningarnir vóru so vánaligir, at onkur teirra stóð at rapa.

Skiftandi landsstýri hava síðan 2011 játtað eitt sindur av peningi at umvæla hvalastøðina við. Í dag stendur so frætt til, at bygningarnir eru bjargaðir frá at rapa.

Í alt sjey hvalastøðir hava verið í Føroyum, fyrstu teirra vórðu bygdar stutt fyri 1900. Hvalastøðin við Áir varð bygd í 1905.

Seinasti regluligi raksturin av hvalastøðini við Áir steðgaði upp seinast í 1950-unum, men stórhvalir vórðu tiknir upp av og á bæði í 1960-unum og í 1970-unum. Seinasti stórhvalurin varð tikin upp á hvalastøðini við Áir í 1984.

Tað vóru norðmenn, sum bygdu hvalastøðirnar í Føroyum, og hetta vóru samstundis fyrst ídnaðarfyritøkurnar í landinum. Norðmenn bygdu í alt 214 hvalastøðir kring um í heiminum, og í dag eru bara tríggjar eftir, ein teirra er hvalastøðin við Áir. Hinar báðar eru í Albany í Avstralia og á South Georgia í Suðuríshavinum.

Sum sagt vórðu sjey hvalastøðir bygdar í Føroyum, og umframt støðina við Áir vóru støðirnar hesar:

1894: støðin á Gjánoyri, norðanfyri Streymin. Gavst í 1925.

1898: støðin í Norðdepli. Gavst í 1920.

1901: støðin í Funningsfirði. Gavst í 1925.

1901: støðin í Lopra. Gavst í 1953.

1902: støðin í Selvíkum. Gavst í 1912.

1902. støðin á Signabø. Gavst í 1912.

Keldur: www.tjodsavnid.fo o.o. 

Myndir: Grækaris Djurhuus Magnussen