* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

MSC-risar størri enn upprunaliga hildið

Frammanundan settu bíleggingarnar hjá MSC av 11 nýggjum risastórum bingjuskipum met. Men nú vísir tað seg, at tey eru upp aftur størri enn higartil hildið, skrivar Alphaliner, sum doypir nýggja skipaslagið “Megamax-24”.

Greinararnir á Alphaliner halda, at skipini fara at rúma ikki færri enn 23.356 TEU - og ikki tey 22.000, sum upprunaliga vórðu fráboðað.

Skipið verður væntandi eina røð breiðari enn størsta núverandi bingjuskipið við eini longd upp á 402 metrar og eini breidd upp á 61,40 metrar.

Alphaliner metir, at skipið fer at rúma 24 bingjur í longdini, 24 dekk-røð í breiddini og 24 bingjur í hæddini við 12 undir dekkinum og 12 omaná dekkinum. Hetta er orsøkin til, at greinararnir á Alphaliner doypa skipini Megamax-24.

Skipini skulu byggjast á ávikavist Samsung Heavy Industries og Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering í Suðurkorea og skulu setast inn á Evropa-Asia ruturnar, tá tey verða liðug um tvey ár.

Nýggju MSC-skipini verða sambært Alphaliner umleið 500 TEU størri enn skipini, sum CMA CGM bílegði herfyri. 

Hesi skipini verða væntandi upp á 22.852 TEU - og tey fyrstu stóru nýbygdu LNG-riknu bingjuskipini nakrantíð.

Kelda: Splash