* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsta bingjuskip, MSC Zoe.

Heimsins næststørsta bingjureiðarí, MSC, er eftir øllum at døma tætt við at bíleggja fimm ella seks risastór bingjuskip upp á 23.000 teu hvørt. Trade Winds skrivar, at skipini skulu smíðast á kinverskari skipasmiðju. Sostatt verður reiðaríið ógvuliga nær við at yvirhála Maersk sum heimsins størsta bingjureiðarí.

 

Meditirranean Shipping Company (MSC), sum í næstum fær fyrrverandi COO í Maersk, Søren Toft, sum forstjóra, hevur longu fimm av hesum risastóru 23.000 teu bingjuskipunum í ordra á DSME-skipasmiðjuni í Suðurkorea. Kostnaðurin verður gott og væl 750 milliónir dollarar.

 

Nú er reiðaríið so í ferð við at bíleggja fimm ella seks nýggj risaskip í samstarvi við kinverskar lánveitarar.

 

Tá MSC komandi ár hevur fingið teir fimm nýbygningarnar frá DSME, fer samlaði kapasiteturin hjá reiðarínum – sambært Alphaliners Top 100 – at vera 3.939.452 teu. Fimm skip aftrat í tí støddini fær samlaða kapasitetin upp í 4.054.452 teu, ella bara 80.000 teu minni enn kapasitetin hjá Maersk.

 

Kelda: Trade Winds / Maritime Danmark