
Norska felagið Mørenot hevur havt ein lyklaleiklut í sniðgeving, framleiðslu og royndarkoyring av uppsavningarskipanini, System 002, sum Ocean Cleanup skal nýta í Kyrrahavinum seinni í ár.
Hesa vikuna fer Ocean Clean Up at almannakunngera nýggju savningarskipanina, sum rópt verður System 002 – ella bara “Jenny”. Hetta markar næsta stigið á leiðini móti málinum hjá hollendska felagsskapinum, nevniliga at rudda upp 90 prosent av flótandi havplastinum í heiminum áðrenn 2040.
Savningarskipanina leverar norska Mørenot, og gongur alt eftir ætlan, fer skipanin at hjálpa við at reinsa eitt øki av stóra skrelliøkinum, ið er tað sama sum ein fótbóltsvøllur hvørt 15. Sekund.
The Ocean Cleanup er ein frálíkur felagsskapur, sum mennir fjøltáttaða tøkni at reinsa heimshøvini fyri plast við hjálp frá reinsibátum/reinsiskipum, sigur Arne Birkeland, samtaksstjóri í Mørenot.
Kelda: Maritimt.com