* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Samlaði missurin av skipum var lægri í 2019 enn í 2018.

Mistu færri skip í 2019 enn í 2018

41 skip sukku ella gjørdust onkursvegna vrak í fjør, og tað eru 12 skip færri enn í 2018 – eitt fall uppá gott og væl 20 prosent. Seinastu 10 árini er talið á skipum, sum eru sokkin ella á annan hátt vorðin vrak, fallið við nærum 70 prosentum, vísir ein nýggj greining hjá tryggingarføritøkuni, Allianz Global.

 

Sambært Allianze er munandi regulering, tøknilig menning og betri útbúgvingar nakrar av grundum til ja-ligu gongdina.

 

Tryggingarfelagið byrjaði við at savna inn upplýsingar um skipbrot úr øllum heiminum seinastu 10 árini, og hesa tíðin eru 950 skip sokkin ella farin fyri onki á annan  hátt.

 

Hóast færri skip sukku ella fóru fyri onki í fjør, vaks talið á óhepnum hendingum umborð á skipum til í alt 2.815 tilburðir. Grundin til ein triðing av tilburðunum vóru trupulleikar við maskinuni.

 

Beint øvugt av vanligu gongdini, vaks talið av totalum missi av ro/ro-skipum við 20 prosentum í fjør. Ein partur av orsøkini vóru eldar, sum byrjaðu í motorsúkklum, bilum, lastbilum ella bussum á dekkinum á ro/ro-skipunum.

 

Ein onnur grund til eldibrandar er góðs við vantandi upplýsingum um innihaldið.

 

Kelda: Maritme  Danmark