* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Minst 25 missa starvið hjá SolstadFarstad

Minst 25 sjómenn missa starvið hjá SolstadFarstad. Hetta verða síðstu uppsagnirnar í hesum umfari, sigur stjórin í felagnum við Sysla.no.

Lars Peder Solstad boðaði longu í vetur frá, at teir fóru at leggja fleiri skip, og at tað fór at hava við sær uppsagnir. Nú váttar hann, at millum 25 og 30 sjómenn missa starvið.

– Orsøkin er í høvuðsheitum, at nøkur skip hava skift virkisøki, sigur Lars Peder Solstad. Harumframt hevur reiðaríið fingið fleiri sáttmálar í Brasil, har kravið er, at skipini skulu mannast við lokalum manningum. Eisini eru nøkur skip seld.

Hann sigur, at hetta verða síðstu uppsagnirnar í hesum umfari. Tað merkir, at fleiri hundrað miljónir í sparingum skulu finnast aðrastaðni enn á manningarsíðuni.

Kundi verið verri

Álitisumboðini eru fegin um, at ikki fleiri missa arbeiðið, tí fyri jól var vandi fyri, at upp aftur fleiri sjómenn vórðu uppsagdir.

Samanlagt mistu umleið 90 fólk arbeiðið í sambandi við samanleggingina av teimum báðum norsku frálandsreiðaríunum í fjør. 

SolstadFarstad er í dag eitt av heimsins størstu frálandsreiðaríum við einum flota upp á umleið 150 skip.

Kelda: sysla.no