* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Minningardagur teirra sjólætnu í dag

Í dag, Allahalgannardag, er minningardagur teirra sjólætnu.

Dagurin verður hildin við minningarhaldum um alt landið.

Hetta seinasta árið eru fýra føroyingar sjólætnir.

Teir eru:

  • Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadus 26. mai, 54 ára gamal.
  • Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal.
  • Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal.
  • Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal.

Ærað verður minni teirra. 

Kelda: Fólkakirkjan