* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Metstórt tal av bingjuskipum í januar

Januar í ár fer at seta met í sambandi við talið av latnum bingjuskipum, skrivar Alphaliner. Sjey megamax-skip við einum kapasiteti upp á millum 19.000 og 21.000 TEU koma aftrat heimsins bingjuskipaflota og tað fer at trýsta leigugjøldini, siga serfrøðingar.

Mánaðurin fer at seta dagsskránna fyri restina av 2018 við einum metstórum tali av ULCS-skipum í støddini úr 14.000 til 21.000 TEU, sum eftir ætlan skulu latast í ár,” skrivar Alphaliner í nýggjastu vikufrágreiðing síni, sambært tíðindamiðlinum Splash.

Greiningarfyritøkan viðmerkir tó, at fleiri reiðarí hava útsett avhendingina av bíløgdum skipum. Tað snýr seg millum annað um kinesiska Cosco, sum hevur útsett avhendingina av 10 av teimum 28 ULCS-skipunum, sum reiðaríið hevur í gerð, til 2019, eins og Taiwan´s Yang Ming hevur seinkað avhendingina av trimum 14.000 TEU stórum skipum til næsta ár.

Men hóast fleiri avhendingar eru útsettar, fer heimsins bingjufloti framvegis at verða munandi víðkaður í 2018 við avhendingum av mettum 1,5 mió. TEU. Og tað kann vera við til at trýsta leigugjøldini á tí framhaldandi sperda marknaðinum.

Trýstið á gjøldini verður ikki minst veruleiki, um vøksturin í eftirspurninginum á marknaðinum ikki kemur upp á støðið fyri fyrstu níggju mánaðirnar av 2017, tá tað lá á 5,2 pst. Vøksturin var í november fallin til 3,4 pst. skrivar Lars Jensen, SeaIntelligence Consulting, á Linkedin bloggi sínum:

“Tá hugt verður at tilflutninginum av kapasiteti upp á meira enn 5 pst. í 2018, verður hetta ein avbjóðing fyri ídnaðin, um vit ikki megna at halda fast í einum vøkstri í eftirspurninginum á sama støði sum fyrstu níggju mánaðirnar av 2017,” skrivar hann.

Kelda: maritimedanmark.dk