* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Metstór konsolidering heldur fram í 2018

Konsolideringin millum heimsins størstu bingjureiðarí setti øll met í 2017, upplýsir Alphaliner. Tað merkir, at 77 pst. av heimsins bingjuskipakapasiteti er savnaður hjá 10 teimum størstu reiðaríunum. Og heldur fram í 2018.

Tað var yvirtøkan hjá A.P. Møller - Maersk av Hamburg Süd og keypið hjá Hapag-Lloyds av UASC í mai, ið syrgdu fyri metinum. Og næsta ár eru útlit til, at tíggju tey størstu reiðaríini fara at sita á 82 pst. av allari tonnasjuni á økinum.

Hetta verður veruleiki, tá yvirtøkan hjá Cosco av OOCL er framd og tá japonsku reiðaríini K LIne, MOL og NYK hava framt ætlaðu samanleggingina av sínum bingjuvirksemi, skrivar Alphaliner.

Hetta ber eisini í sær broytingar í toppinum á listanum yvir størstu bingjureiðaríini. Maersk Line verður framhaldandi klárt á odda við einum parti av heimsins bingjuflota upp á 19,3 pst,. mált í TEU, við MSC á øðrumplássinum (14,6 pst.), meðan Cosco yvirtekur triðjaplássið, tá yvirtøkan er framd, skrivar Alphaliner.

Kinesiska reiðaríið sendir harvið CMA CGM niður á fjórðaplássið. Á fimtaplássinum kemur Hapag-Lloyd. Sostatt sita heimsins fimm størstu bingjureiðarí á ikki minni enn 64,4 pst. av heimsins samlaða kapasiteti, sambært Topp-100 yvirlitinum hjá Alphaliner.

Kelda: TradeWinds.