
Bretska verjumálaráðið boðaði týsdagin frá, at 3.683 fólk royndu at koma sær tvørtur um Ermarsund í juli mánað.
Bara ein dag komu 24 smábátar við 700 migrantum úr Fraklandi.
Fráfarandi forseti Bretlands, Boris Johnson, vónaði annars lægri innflytan av migrantum og smuglarum, tá hann hótti við at geva teimum harðari revsingar.
Bara higartil í ár eru 17.000 migrantir komnir til Onglands. Tað er nógv sammett við tey 28.500, sum komu til Bretlands alt 2021.
“Við nýggju lógini um ólógliga innflytan, sum bretar hava gjørt við Rwanda, fara vit framvegis at arbeiða við ætlanunum at flyta fólk, sum gera vandamiklar, óneyðugar og ólógligar royndar at kom til Bretlands, til Rwanda,” sigur eitt umboðsfólk fyri bretsku stjórnina.
Onnur vilja vera við, at eingi prógv eru fyri, at avtalan við Rwanda yvirhøvur riggar sum ætlað.
Kelda: gCaptain