* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fleiri menniskjansligir feilir vórðu gjørdir, tá ein ro-pax-ferja rendi beint inn í síðuna á einum bingjuskipi í Miðjarðarhavinum í oktober í fjør.

Menniskjansligur feilur orsøk til samanstoyt í Miðjarðarhavinum

Tað hevur verið ein gáta, hví tunesiska ro-pax-ferjan, Ulysse, hin 7. oktober í fjør sigldi beint inn í síðuna á bingjuskipinum, CSL Virginia, sum lá fyri akker umleið 17 fjórðingar úr Korsika.

 

Veðrið var av tíð besta, tá óhappið hendi, og myndugleikarnr í Fraklandi, Tunesia og Korsika fóru undir at kanna hendingina. Nú er frágreiðingin komin.

 

Nýggja frágreiðingin staðfestir, at fleiri menniskjansligir feilir førdu til samanstoytin.

 

Umborð á Ulysse var vakthavandi yvirmaðurin einsamallur á brúnni, og hann var upptikin av fartelefon sínari og staddur lang burtur frá radarskerminum, tá samanstoyturin hendi.

 

Á bingjuskipinum var heldur ongin, ið ansaði, at alarmurin frá radaranum var farin í gongd – hóast skipið lá fyri akker, og lá miðskeiðis á einari farleið við nógvari ferðslu.

 

- Menniskjansligir feilir vórðu gjørdir umborð á báðum skipum, tí hendi óhappið, sigur Youssef Ben Romdhane, aðalskrivari í tunesiska handilsmálaráðnum, við AFP-tíðindastovuna.

 

Samlaða rokningin eftir óhappi er komin upp í 23,5 milliónir evrur, av teimum fóru 10 milliónir evrur til at rudda olju upp úr havinum kring bæði skipini.

 

Kelda: Maritime Danmark / AFP