* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Meksikanski herflotin lagt hald á 25 tons av fentanyli úr Kina

Meksikansku myndugleikarnir siga, at talan er um 25,75 tons av fentanyl-pulvuri, sum hald varð lagt á í havnarbýnum, Lázaro Cardenas í landslutinum, Michacán, har vesturi í landinum. Og pulvuri er komið úr Kina.

 

Tíðindamiðilin hjá amerikanska herflotanum skrivar, at fentanylið er funnið umborð á einum donskum skipi, og mongdin á fentanylið er so stór, at hon kann drepa milliardir av fólkum.

 

Upprunaliga stóð á sekkjunum, at talan var um kalsiumklorid, sum millum annað verður nýtt í vegsalti og at burturbeina fukt.

 

Men tá ein meksikansk starvsstova fór at kanna evnini, funnu tey útav, at talan var ikki um kalsiumklorid, men um fentanyl.

 

Fentanyl er eitt rættiliga sterkt evni – einar 50 ferðir sterkari enn heroin. Bara í Arizona í USA eru 344 fólk deyð av yvirdosu av fetanyl higartil í ár.

 

Kelda: American Military News