* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sáttmálin millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er nú undirskrivaður.

Maskinmeistarar gjørt sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Fríggjadagin varð semja undirskrivað millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV og IRF.

 

Samráðingar høvdu verið í eina tíð, men tá tað ikki var komið á mál, vórðu boð send eftir semingsmonnunum, Terja Sigurðsson og Símuni Absalonsen. Og tá bar til. Partarnir kannaðu semingsuppskotið og tóku undir við tí.

 

Lønin hækkar

Sambært nýggja sáttmálanum hækkar lønin á øllum stigum við 2,30 prosentum frá 1. oktober. Vaktmeistarar á Sundsverkinum fáa eina serliga biðbót sambært nýggja sáttmálanum, og gjald fyri tilkallivakt verður goldið frá tí, at tilkallivaktin tekur við, til hon endar.

 

Starvssetan

Tá tað snýr seg um starvssetanir, verða viðurskiftini broytt soleiðis:

 

“Tá ið starv verður lýst leyst, skal tað lýsast leyst alment á ein slíkan hátt, at almenningurin verður kunnugur við lýsingina. Lýsast skal, hvat starvið umfatar og hvørjum lønarflokki, starvið verður lønt eftir.”

 

Sagt verður eisini, at um starvstíðin er styttri enn 6 mánaðir, er ikki neyðugt at starvið verður lýst leyst alment.


Semja19.10.2018.pdf   Nýggi sáttmálin millum MF og KAF.