
Mynd: Vinnuhúsið
Maskinmeistarafelagið gjørt semju við Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag hava undirskrivað nýggjan sáttmála galdandi fyri
maskinmeistarar á landi.
Sáttmálin
er galdandi frá 1. juni 2018 til 1. juni 2020.
Semjan
hevði við sær eina lønarhækking uppá 3,26% 1. juni í ár og 2,56% 1. juni 2019,
umframt aðrar tillaðingar í sáttmálanum.
Semjan
er sostatt á sama stigi, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai,
og var tann fyrsta í samráðingarrundini 2018-2020.
Ein
av broytingunum, sum gjørdar vóru í nýggja sáttmálanum, var nýtt stk. 2 um
Lívstrygging/eftirlønartrygging. Í nýggja stykkinum stendur:
Tey, sum hava nátt
fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum
eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum
skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan
hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.
Sama er galdandi fyri persónar,
sumsmb. Grein 1, stk. 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda til eina
føroyska eftirlønarskipan.
Kelda:
Føroya Arbeiðsgevarafelag og MF