* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aalborg og Nørresundby við Límfjørðinum í miðjuni.

Í framtíðini verður gjørligt at fara umborð á ein mannleysan límfjarðarbuss, ætlar tú tær tvørtur um Límfjørðin millum Aalborg og Nørresundby. Kommunalpolitikararnir hava samtykt at seta 5 milliónir krónur av í 2021 og 2022 til ætlanina, sum væntandi fer at kosta umleið 13 milliónir krónur íalt.

 

“Í hesum málinum síggja vit bæði eitt flutnings sjónarmið og eitt handilsligt sjónarmið at fáa roynt eina slíka skipan við mannleysari tøkni. Soleiðis kanst tú útvega tær vitan, sum seinni kann elva til arbeiðspláss,” sigur Thomas Kastrup Larsen, borgarstjóri í Aalborg.

 

Frammanundan hevur Aalborg Havn givið tilsøgn um at stuðla ætlanini við 2 milliónum krónum, tí hetta kann geva fleiri arbeiðspláss og tí Aalborg kommuna er vald sum øki at kanna manntóm før í fjørðinum og í havnini.

 

Onki verður sagt um, hvat slag av nýggjum arbeiðsplássum, tey síggja við hesum nýggja mannleysa límfjararbussinum.

 

Kelda: Maritime Danmark og Søfart