* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Yantian Express er eitt 7.510 TEU stórt bingjuskip.

Manningin farin av brennandi bingjuskipi

Manningin á brennandi týska bingjuskipinum, Yantian Express, sum er statt í Atlantshavinum einar 650 fjórðingar úr kanadisku strondini, er farin av skipinum. Bilbukt fekst ikki við eldin, og tí varð manningin tikin umborð á eitt bjargingarskip.

 

Tað er bjargingarskipið, Smit Nicobar, ið kom á staðið í vikuskiftinum, sum hevur tikið manningina uppá 23 sjófólk, umborð, átta yvirmenn og 15 dekkarar. Manningin hevur tað gott.

 

Vatnkanónir eru umborð á Smit Nicobar, men nógvi vindurin í økinum ger tað trupult at nýta vatnkanónirnar, so tað munar nakað. Se eldurin bara breiðir seg.

 

Enn er ilt at siga, hvussu stórur skaðin er á skip og farm higartil.

 

Bingjuskipið er 7.510 TEU stórt, og var á veg frá Colombo til Halifax í Kanada, tá ið eldurin kyknaði í einari bingju á dekkinum. Haðani breiddi eldurin seg til aðrar bingjur.

 

Kelda: Maritime Danmark/World Maritime News/Maritime Bulletin