* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fimm sjómenn hava verið fangaðir umborð á einum og sama tangaskipinum í nærum 4 ár, MT IBI, sum her er rikið á land.

Fimm av manningini á einum tangaskipi hava í nærum fýra ár búð – ella rættari – verið fangaðir umborð, tí reiðarin fór á heysin. Teir hava síðan upplivað tað, teir sjálvir rópa eitt “livandi helviti” umborð á tangaskipinum, MT IBA, sum fyri tveimum vikum síðan sleit frá akkersplássinum og strandaði í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

Eftir at skipið strandaði, fingu teir fimm sjómenninir fast undir føti fyri fyrstu ferð alla hesa tíðina. Einastu hjálpina hesa tíðina hava teir fingið frá Mission to Seafarers.

 

Tá skipið strandaði hendan dagin, fekk manningin loyvi at fara av skipinum at taka ímóti kekkum frá nýggja keyparanum, Shark Power Marine Service. Peningurin er endurgjald fyri part av lønini hjá monnunum. Teir fingu 165.000 dollarar, sum er umleið 1 millión krónur, og haraftrat fingu teir trygd fyri at sleppa av skipinum og fara heim heilt skjótt.

 

Upphæddin, sum Mission to Seafarers samráddi seg fram til, svarar til millum 65 og 70 prosent av upphæddini, sum teir høvdu tilgóðar.

 

- Um alt gongur eftir ætlan, so vera teir fimm menninir heima hjá familjum sínum um tvær vikur, sigur Andy Bowerman, stjóri hjá Mission to Seafarers.

 

Kelda: The Guardian / Maritimedanmark


 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=OB4rJjKH2zE]
Sambært hesum sjónbandaupptøkum, er manningin nú sloppin heim.