* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bjargingarbátur frá Estoniu.

Eftir at kavarar hava funnið eitt stórt hol í síðuni á ferðafólkaskipinum, Estoniu, sum sakk í Eystrasalti í 1994, er ivi sáddur um orsøkina til vanlukkuna.

 

Skaðanevndin kom fram til, at tað var bógportrið á Estoniu sum brotnaði og datt av skipinum, og at tað var orsøkin til vanlukkuna. Men ein nýggj dokumentarsending vísir, at ferjan hevði eitt fýra metrar breitt hol í skrokkinum, tá tað sakk við 852 fólkum umborð, skrivar NRK.

 

501 av teimum 852 fólkunum, sum doyðu í vanlukkuni, vóru sviar.

 

Estiska Kringvarpið, ERR, skrivar, at estiski forsætisráðharrin, Juri Ratas, í gjár segði, at hann vil hava vanlukkuna kannaða av nýggjum. Hann heldur so mikið týðandi nýggjar uppýsingar vera komnar fram í nýggja dokumentarinum, at neyðugt er at kanna málið umaftur.

 

- Vit hava kunnað Finnland og Svøríki um hetta, sigur hann.

 

Jørgen Amdahl, professari í sjóvinnutøkni, sigur í sendingini, at nýggju upplýsingarnar krevja eina gjølligari kanning.

 

- Tá tú hevur funnið nakað nýtt, so meti eg, at tú hevur skyldu at kanna tað, sigur Jørgen Amdahl.

 

Keldur: NRK og Søfart