* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maeersk Essen var á veg úr Kina til Los Angeles, tá skipið misti 750 bingjur í ringum veðri.

Illveður har norðuri í Kyrrahavinum fær skyldina fyri, at bingjuskipið, Maersk Essen, hin 16. januar misti umleið 750 bingjur í havið. Maersk hevur váttað hendingina á 13.100 teu stóra skipinum. Tað eru bara tvær vikur síðan, at bingjuskipið, ONE Apus, misti 1.800 bingjur í havið.

 

Maersk Essen var á veg frá Xiamen í Kina til Los Angeles, har skipið skuldi koma í dag, 22. januar, tá tað kom í illveður. Endin var,  at skipið misti 750 bingjur.

 

- Hetta er óguvliga álvarsamt, og vit fara at kanna málið væl og virðiliga beinanvegin, sigur A.P. Møller – Maersk, í einum tíðindaskrivi.

 

Felagið leggur aftrat, at øll manningin hevur tað gott, og hugt veður nú gjølla eftir lastini. Amerikanska vaktar- og bjargingartænastan og aðrir avvarðandi myndugleikar eru kunnaðir um støðuna.

 

Felagið, W.K Webster, sum kannar og tekur sær av krøvum í sambandi við skaðar á farm og skip, sigur, at nakrar bingjur hava fingið skaða, sum framvegis eru umborð. Neyðugt er at flyta hesar bingjurnar skjótast, sigur umboð fyri W.K. Webster.

 

Kelda: Maritimedanmark / Maritime Executive