* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danska løgverjan hevur dømt frálands-reiðaríið, Maersk Supply Service, 150.000 krónur í bót fyri at hava brotið lógina um trygd á sjónum.

 

Tað sæst í einum tíðindaskrivi, sum reiðaríið sendi fjølmiðlunum í gjár.

 

Málið snýr seg um eitt dupult-sleip við tveimum frálandsskipum, Mærsk Searcher og Mærsk Shipper, sum skuldu høggast upp í Turkalandi. Hetta var í 2016. Meðan skipini vórðu sleipað, sukku tey út fyri Fraklandi.

 

Skaðafrágreiðingin kom í 2017, og síðan hava danska Sjóferðslustýrið og løgverjan kannað málið.

 

Mærsk Searcher og Mærsk Shipper vórðu sleipað lið um lið við fendarum ímillum, og tað er hetta, sum verður rópt “dupult-sleip”.

 

Skaðanevndin undrast á sleipiháttin, tá talan var um eitt so drúgt sleip. Skipbrotið verður eisini mett at vera ein avleiðing av ónøktandi trygdarmeting hjá reiðarínum. Sum heild metir Skaðanevndin, at skipbrotið var ein beinleiðis avleiðing av vantandi og óvandaligari tilrættalegging hjá reiðarínum.

 

CEO í Maersk Supply Service, Steen S. Karstensen, sigur:

 

- Talan er um eitt vanlukkuligt mál, sum vit í reiðarínum taka í álvara. Vit hava samstarvað bæði við franskar og danskar myndugleikar fyri at fáa fulla greiði á, hvat hendi.

 

Kelda: Søfart