
Mynd: U.S. Coast Guard
Tvey av manningini á tangaskipinum ‘Maersk Peary’ fingu vegna manningina heiðurstekin fyri at bjarga 62 flóttafólkum av einum søkkandi skipi.
Tað skrivar gCaptain.
USS (the United Seamen’s Service) hevur latið hendan heiðurin hvørt ár síðan 1970, og hann er higartil latin meira enn 300 amerikonskum skipum og einstaklingum.
Tað var ein hending, sum fór fram hin 22. desember í 2021, sum er orsøkin til heiðurin til manningina á Mearsk Peary.
Tangaskipið var statt í Miðjarðarhavinum norðan fyri Kreta á veg til Suez-veitina, tá tað fekk eina fráboðan frá griksku bjargingartænastuni um, at ein bátur við 80 fólkum umborð var koppaður.
Tá var ‘Maersk Peary’ 14 fjórðingar burturi, men broytti umgangandi kós móti skipbrotnað bátinum fyri at vera við í bjargingararbeiðnum, sum grikska bjargingartænastan tók stig til.
Eftir at hava leitað við lykt og kikara, bar skiparin á Mærsk-skipinum eygað við eitthvørt í sjónum, og tey settu bjargingarbát út. Samstundis boðaði hann grikski vaktar- og bjargingarstovuni frá knattstøðuni.
Tað eydnaðist at bjarga 60 flóttafólkum og 16 líkum upp úr sjónum.
Roknað verður við, at tey hava siglt út frá Turkalandi.
Kelda: Søfart