* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk tvær góðkenningar frá Hamburg Süd

Danska bingjureiðaríið Maersk Line er á veg til at yvirtaka týska bingjureiðaríið Hamburg Süd fyri fýra miljardir USD á kontant- og skuldarfríum grundarlagi. Nú vanta bert tvær góðkenningar.

”Maersk Line hevur fingið góðkenningar til yvirtøku sína av týska bingjureiðarínum Hamburg Süd frá kappingarmyndugleikunum í 19 londum, og nú vanta bert tvær góðkenningar aftrat - úr Suðurkorea og Kolumbia”, siguri Søren Skou, stjóri í A. P. Møller-Mærsk.

Sambært Søren Skou er keypið ”væl timað”. Í besta føri verða írestandi góðkenningarnar játtaðar, áðrenn hesin mánaðurin er av. Hann væntar, sum áður fráboðað, at integratiónin av Hamburg Süd er framd í fjórða ársfjórðingi 2017.

Tá yvirtøkan er liðug, fara Maersk Line og Hamburg South at hava ein samlaðan kapasitet upp á 3,9 millioner TEU og 18,7 prosent av heims kapasitetinum. Flotin fer at umfata tilsamans 743 bingjuskip.

Mettu sparingarnar í útreiðslunum sum lið í synergieffektum verða mettar til millum 350 og 400 miljónir USD við árslok 2019.

Kelda: A.P. Møller-Mærsk