* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Cecilie Maersk er fyrsta skipið hjá Maersk, sum er komið til Mogadishu í Somalia eftir ein steðg í longri tíð grundað sjórænarahóttanir.

Maersk tekur sigling til Somalia uppaftur

Eftir at hava hildið seg burtur frá sigling upp á Somalia í longri tíð orsakað av sjórænarahóttanini, hevur Maersk Line tikið avgerð um at taka farmasiglinga upp á Somalia uppaftur. Tað verður tikið sum tekin um, at støðan har suðuri í Somalia og í Miðsomalia er vorðin tryggari.

 

- Vit hava leingi arbeitt fyri at koma higar, og vit eru fegin um at vera komin so langt nú, segði eitt umboð fyri Maersk Line á einari móttøku í sambandi við at fyrsta skipið hjá reiðarínum hevði tikið siglingina uppaftur. Talan var um Cecilie Maersk.

 

Sambært Maritime Danmark er Maersk Line sætta reiðaríið, sum tekur siglingina upp á Mogadishu í Somalia uppaftur.

 

Tað er turkiska havnafelagið, Al Beyrak Management, ið rekur havnina í Mogadishu.

 

Týdningarmestu útflutningsvørurnar í Somalia stava frá landbúnaðinum, meðan tað fyri tað mesta tøkni, ið verður innflutt til Somalia.

 

Enn kemur fyri, at somaliskir sjórænarar loypa á skip og taka manningina sum gíslar, men tað hendir ikki so ofta longur.

 

Kelda: Maritime Danmark

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=dwghfyKfjKA]
Sjónband av Cecilie Maersk, sum her liggur í havnini í Mogadishu. Talan er á lokalum máli.