* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply rakt av framhaldandi afturgongd

Maersk Supply Service hevði triðja ársfjórðing eitt tap upp á 16 mió. dollarar, sum er 5 mió. dollarar meira enn somu tíð í fjør. Umsetningurin fall við einum triðingi til 62 mió. dollarar, og útlitini á marknaðinum eru merkt av framhaldandi lágum virksemi.

Tað eru ikki mong ljóspunkt í frálandsvinnuni og tað sæst aftur í ársfjórðingaroknskapinum hjá Maersk Supply, ið noyðist at síggja gagnnýtsluna av flotanum verða skerda upp aftur meira í triðja ársfjórðingi til 52 pst. ímóti 57 pst. somu tíð í fjør.

Eftirspurningurin á marknaðinum er framvegis lágur, hóast vinnan hevur lagt uml. 30 pst. av skipum sínum í heimshøpi. Maersk Supply hevur lagt 12 skip, meðan eitt skip er sent til upphøggingar í ársfjórðinginum. Hetta ber í sær, at samlaði flotin er upp á 43 skip umframt 8 skip í gerð.

"Maersk Supply Service ætlar at selja fimm skip aftrat næstu seks til níggju mánaðirnar," skrivar Maersk í ársfjórðingaroknskapinum.

Eins og við hinum feløgunum í Energi Divisiónini ætlar A.P. Møller at sleppa sær av við Maersk Supply Service. Men lætt verður tað ikki, tí marknaðurin er trupul í løtuni, skrivar Maersk.

Kelda: A.P. Møller Maersk