* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk-skip í størstu havnini í Bretlandi, Felixstowe.

Størsta bingjuhavnin í Bretlandi, Felixstowe, sum stendur fyri 36 prosentum av øllum bingjufarmi í landinum, er hart rakt av einari blanding av vantandi lastbilaførarum, háárstíð og tómum bingjum, sum fylla upp í havnini.

 

- Vit noyddust at bróta ætlanina at lossa eitt skip av, tí einki stað var at lossa bingjurnar. Felixstowe er millum tær tvær-tríggjar harðast raktu havnirnar í heiminum, sigur Lars Mikael Jensen, Head of East-West Ocean Network and Market, Maersk, við Financial Times.

 

- Vit noyðast at flyta nøkur av størstu skipum okkara burtur frá Felixstowe og lata smærri skip taka sær av lastini, sigur Lars Mikael Jensen, uttan at siga, hvørjar bretskar havnir so taka ímóti bingjunum.

 

Ovbyrjingin av alheims veitingarliðunum byrjaði spakuliga frá seinasta ársskifti, og Brexit hevur bara gjørt støðuna uppaftur verri í Bretlandi, tí arbeiðsgongdirnar í bretskum havnum tá gjørdust truplari, samstundis sum nógvir útlendskir lastbilaførarar noyddust at rýma úr landinum.

 

Bretska stjórnin hevur sett herin inn, fyri at tryggja at brennievni kemur út til fólkið, men eisini á øðrum marknaðum í landinum vanta lastbilaførarar.

 

Hetta er annars tíðin, tá handlarnir plaga at fylla goymslurnar til jólasøluna.

 

Kelda: Marittimedanmark / Berlingske Business / Financial Times