
Eitt amerikanskt reiðarasamtak heldur uppá, at danska bingjureiðaríið Mærsk hevur vanrøkt farmaavtalu.
U-Shippers er eitt amerikanskt reiðarasamtak, sum sambært samtakinum hevur gjørt sáttmála við danska bingjureiðaríið Mærsk um, at limirnir í U-Shippers kunnu fáa framíhjá-pláss til farm við skipum hjá Mærsk.
Nú heldur U-Shippers, at Mærsk hevur hevur vanrøkt sáttmálan, og krevur endurgjald frá danska reiðarínum upp á 1,3 milliardir kónur.
Tað skriva Reuters og Børsen.
Sambært U-Shippers fór vanrøktin fram undir koronufarsóttini, tá Mærsk sambært U-Shippers seldi farmaplássini, sum U-Shippers hevði rætt til. Sambært U-Shippers hevur avleiðingin verið, at felagið hevur havt eina meirútreiðslu fyri limirnar í samtakinum upp á 1,3 milliardir í endurgjaldi.
Mærsk upplýsir í skrivligum svar til MarketWire, at tey er varug við hetta málið, men danska reiðaríið hevur annars onga viðmerking.
Kelda: Maretimedanmark