* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk er í ferð við at útvega fígging til fyrstu grønu metanolskipini (træspritt) hjá reiðarínum, og ein av loysnunum er at bjóða út 10-ára lánsbrøv til eitt virði upp á 3,5 milliardir krónur.

 

Lánsbrøvini eru partur av “Maersk Green Finance Framework” – eitt slag av grønum grunni, sum higartil hevur savnað gott og væl 23 milliardir krónur.

 

- Ætlanin er eitt fet aftrat á leiðini at sameina burðardygd og fíggjarstrategi. Hetta er eitt virkið amboð at gera íløgur í ætlanir við ja-ligari ávirkan á umhvørvið, og á tann hátt gera vit okkara til at røkka málið í París-sáttmálanum, sigur Patrick Jany, SFO í A.P. Møller – Mærsk.

 

Óhefta greiningarfyritøkan, Cicero Green, varð í síni tíð vald at ganga ígjøgnum “Maersk Green Finance Framework” at tryggja og verifisera, at hátturin er í samsvari við “Green Bond Principles 2021” hjá ICMA, og við “Green Loan Principles 2021”.

 

Tann váttanin er nú komin upp á pláss, og tað merkir, at greiningarfyritøkan metir, at yvirskipaðu grønu aktivitetirnir eru ílagi – og ikki minst at gjøgnumskygni er í ætlanini.

 

Kelda: Søfart