* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk skip selt til grøna upphøgging

Sub panamax bingjuskipið Maersk Pembroke er selt til grøna upphøgging á eini skipasmiðju í Turkalandi, veit VesselValue at siga. Skipið, ið fekk stóran skaða av eldsbruna í august, liggur tó framvegis í Rotterdam og bíðar eftir síni síðstu ferð.

Sambært atkomiligum upplýsingum varð skipið selt til upphøggingar síðst í september mánaða. Upphøggingarvirðið á skipinum er ásett til 4,97 mió. dollarar.

Avgjørt varð at senda tað hollendskt-flaggaða 2.902 TEU stóra skipið til upphøggingar, eftir at ein eldsbruni umborð oyðilegði maskinrúmið í august, tá tað var statt 125 fjórðingar í útsynning úr Írlandi við kós ímóti Montreal í Kanada.

Ongin fekk skaða undir hendingini.

Kelda: World Maritime News