* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mærsk fer at taka sær av flutninginum av heimsins týdningarmesta koppingarevni.

Danska reiðaríið fær ein høvuðsleiklut í at flyta fleiri av komandi koronu-koppingarevnunum.

 

Mærsk er í ferð við at gera fleiri avtalur um at sigla við tí, sum rópt verður heimsins týdningarmesta koppingarevni. Stóra reiðaríið hevur í fyrst syftu gjørt sáttmála við amerikanska, Covaxx, um flutning av komandi koronu-koppingarevninum hjá felagnum, og Mærsk kann vera ávegis til eisini at samstarva við aðrar heilivágsfyritøkur.

 

Seinastu dagarnar hava bæði Pfizer og Moderna lagt fram rættiliga lovandi upplýsingar um teirra koppingarevni móti koronusmittuni.

 

- Vit hava samband við Pfizer og aðrar fyritøkur, og vit fara at gera alt tað, vit eru ment, at flyta hesi koppingarevnini út kring heimin skjótast tilber. Tað verður gott fyri heimin, og tískil eisini fyri okkum, sigur Søren Skou, forstjóri í Mærsk.

 

Heilivágsrisin, Pfizer, kunngjørdi í farnu viku eina greining, sum vísir, at teirra koppingarevni kann steðga koronuvirusi í umleið 9,5 av 10 tilburðum. Góðkenna myndugleikarnir koppingarevnið, kann tað gerast fyrsta veruliga koppingarevnið móti covid-19.

 

Kelda: Berlingske