* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk leingir samstarvið við The Ocean Cleanup-group í arbeiðnum at minka um plastikburturkastið í heimsins høvum.

Maersk hevur víðkað samstarvið við The Ocean Cleanup við trimum árum. Samstundis fer Maersk Supply Service at halda fram við virknað leikluti sínum í arbeiðnum at burturbeina plastikk úr havinum.

 

Fyri at økja uppmerksemið móti plastikkdálkingini í havinum, boðar Maersk Supply Service eisini frá einum plastikkpolitikki, fyri at fáa reiðarí at minka um plastikkavfallið.

 

Maersk Supply Service hevur síðan 2018 virkið tikið lut í arbeiðum hjá felagsskapinum, The Ocean Cleanup. Akkersskipini, Mærsk Launcher, Mærsk Transporter og Mærsk Handler og manningar teirra hava verið við í fleiri rondum at savna plastikk í Kyrrahavinum og í Norðsjónum.

 

Fyrsta mongdin av plastikkavfalli var gjørt til nyttugar vørur á heysti í 2020.

 

- Sjófólk okkara sigla dagliga á heimsins høvum, og her síggja tey vaksandi trupulleikan við plastikki, sum dálkar havið í ólukkumát. Sum ein ábyrgdarfullur partur í sjóvinnuni eiga vit at tryggja, at havið verður heilsugott umhvørvisliga til komandi ættarlið. Og vit síggja fram til áhaldandi samstarv okkara við The Ocean Cleanup, sigur Steen S. Karstensen, sjtóri í Maersk Supply Service.

 

Kelda: Søfart



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=XNMZX5dd-Q0]
Upptøkur av ruddingararbeiði hjá Maersk.