* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Oil leingir Havila-sáttmála

Danska oljufelagið Maersk Oil hevur enn einaferð longt leigusáttmálan fyri tænastuskipið Havila Clipper hjá norska reiðarínum Havila Shipping í seks mánaðir, galdandi til 1. juni 2018.

Skipið hevur arbeitt fyri Maersk síðani 2014, tá tað fekk fastan sáttmála í trý ár frá 1. juni 2014 við møguleika fyri eini leinging frá 1. juni 2017. Maersk tillutaði Havila Clipper ein nýggjan sáttmála í mai 2017 í einum føstum tíðarskeiði upp á seks mánaðir við møguleika fyri eini leinging upp á eitt hálvt ár aftrat.

Nýggja avtalan er sostatt eitt beinleiðis framhald av verandi sáttmála. 

Kelda: Offshore Energy Today