* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein sensorur í stevninum skal síggja og merkja møguligar forðingar frammanfyri skipið.

Maersk Line tekur nýtt fet móti sjálvsiglandi skipum

Við roynd av eftirgjørdum skilviti (kunstig intelligens) á miðalstórum farmaskipum tekur Maersk Line eitt fet móti sjálvsiglandi skipum í flotanum.

 

Kortini eru ongar ætlanir um ómannaði skip, verður sagt hjá Maersk Lines.

 

Einaferð í hesum árinum fer eftirgjørt skilviti at hjálpa manningini, tá ein av nýbygningunum hjá Maersk Line skal navigera frá Gedser til Skagen.

 

Framkomin sensortøkni á stevninum skal síggja ella merkja forðingar frammanfyri og geva kunning á í minsta lagi trimum skermum á brúnni.

 

Hetta skal serliga koma manningini á brúnni til góðar í myrkri og tá líkindi annars eru vánalig - til dømis í mjørka.

 

Kelda: Søfart