* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
2M, sum er eitt samtak millum Maersk Line og MSC, taka nú eina niðurlagda farleið uppaftur.

Maersk Line og MSC taka ótrygga farleið uppaftur

2M, sum er eitt samtak millum Maersk Line og MSD, taka eina niðurlagda farleið millum Norðurevropa og Fjarðeystur uppaftur. Tað gera feløgini í eini tíð, har ivi er um eftirspurningin á leiðini.

 

Shippingwatch skrivar, at sambært Alphaliner, tekur 2M uppaftur AE-2/Swan-tænastuna millum Fjarðeystur og Norðurevropa hin 5. desember í ár. Tað hendir, eftir at farleiðin hevur ligið still í 11 vikur.

 

Farleiðin leggur 5 prosent aftrat vikuligu orkuni á rutunum í einari tíð, har ótryggleikin er stórur um, hvørt tørvur er á einari slíkari farleið ella ikki.

 

Alphaliner skrivar í tíðindabrævi, at gjøldini úr Kina eru fallin við 26 prosentum bara frá seinast í september, og millum annað tí verður farleiðin tikin uppaftur nógv fyrr, enn Alphaliner væntað.

 

- Komandi vikurnar kunnu gjøldini falla uppaftur meira, nú reiðaríini kappast um marknaðin í veiku vetrartíðini, skrivar greiningarfyritøkna, Alphaliner.

 

Kelda: gCaptain