* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line og Hamburg Süd undir nýggjar rutur eftir samanlegging

Maersk Line og Hamburg Süd boða bæði frá nýggjum netverkum millum Asia og Latínamerika, sum marknaðurin hevur bíðað eftir síðani samanleggingina av teimum báðum bingjureiðaríunum.

Í eini fráboðan upplýsir Maersk Line, at reiðaríið frá 1. apríl fer undir fleiri nýggjar tænastur millum teir báðar heimspartarnar og meira ítøkiliga á rutum úr Brasilia, Kolumbia og Karibia, har reiðaríið lovar kundunum skjótari transitttíðir og størri dekning millum ymsar havnir. Ætlanin fer eisini at fáa týdning fyri rutur, sum umfata Kili og Peru í Suðuramerika.

Samstundis boðar Hamburg Süd somuleiðis frá, at reiðaríið frá apríl fer undir eitt spildurnýtt tænastunetverk millum Asia, vesturstrond Suðurameriku, Meksiko, Miðamerika og Karibia. Nýggja netverkið avloysir verandi partalagið, samsiglingaravtaluna (VSA) hjá Hamburg Süd við onnur bingjureiðarí, eins og reiðaríið - eins og Maersk Line - boðar frá skjótum transitti, fleiri rutum og størri fleksibiliteti.

Bæði reiðaríini upplýsa, at samlaði kapasitetur teirra verður á sama støði sum í dag.

Greiningarhúsið Alphaliner metti herfyri, at fleiri ára støðug menning á bingjurutunum millum Asia og eysturstrondina av Brasilia kundi vera av, tá Maersk Line og Hamburg Süd fara undir nýggj netverk við Latínamerika sum snúningsdepli.

Tað er úr Brasilia, at millum annað landsins matvøruútflutningur verður avskipaður, og roknað varð frammanundan við, at ruturnar til og úr heimspartinum stóðu fyri umfatandi broytingum og stórum sveiggjum í prísunum, eftir at Maersk Line keypti latínamerikanska serreiðaríið Hamburg Süd.

Latínamerika verður miðdepil í framtíðar bingjuflutninginum hjá Maersk Line við yvirtøkuni av Hamburg Süd, og latínamerikonsku handilsruturnar verða væntandi størsta einstaka flutningsvirksemið hjá Maersk Line, mált í samlaðum kapasiteti.

Kappingarmyndugleikarnir í ES, Kina, Suðurkorea og Suðurafrika hava sett fleiri treytir fyri at góðkenna keypið hjá Maersk av Hamburg Süd, orsakað av samlaðu støddini hjá reiðaríunum og harvið ávirkanini av samanleggingini á marknaðin.

Kelda: shippingwatch.dk