* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line ikki so stundisligt sum fyrr

Maersk Line er framvegis heimsins størsta bingjureiðarí, men tað knípir við at halda komu- og fráfaringartíðirnar. Maersk Line var fyrr tað stundisligasta bingjureiðaríið í heiminum. Í dag er danska reiðaríið niðri á 13. plássinum millum 18 tey størstu bingjureiðaríini. Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Seaintel.

Uppgerðin er fyri 3. ársfjórðing 2017, og her er Maersk Line skrásett fyri eitt rættstundistal upp á 74,3 prosent - eitt fall upp á 1,7 prosentstig í mun til ársins 2. ársfjórðing, har rættstundistalið lá upp á 76 prosent. Hetta hóast reiðaríið miðar eftir at hoyra til besta fjórðingin, tá tað kemur til at vera rættstundis.

OOCL liggur ovast á listanum yvir bingjureiðaríini, ið eru mest rættstundis í 3. ársfjórðingi, meðan Evergreen og Wan Hai liggja á ávikavist øðrum og triðjaplássi. Nýkeypta týska reiðaríið hjá Maersk Line, Hamburg Süd, liggur á 8. plássi á listanum, fimm pláss frammanfyri móðurfelagið.

Kelda: Seaintel