* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line fekk 220 miljónir dollarar burturúr 3. ársfjórðingi

Maersk Line kom út úr triðja ársfjórðingi við einum rakstrarúrsliti eftir skatt upp á 220 mió. dollarar í mun til eitt undirskot upp á 116 mió. dollarar sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið liggur tó undir teimum uml. 280 mió. dollarunum, sum greinararnir væntaðu.

Umsetningurin í Maersk Line hækkaði úr 5,36 mia. dollarum í 3. ársfjórðingi í 2016 til 6,13 mia. dollarar í ár.

Telduálopið í summar hevur kostað farmanøgdir. Talan hevur verið um eitt fall upp á 2,5 pst. í mun til 3. ársfjórðing í 2016, upplýsir reiðaríið.

Hetta sæst eisini á eindarútreiðslunum, sum hækkaðu við 7,3 pst. til 2,135 USD/FFE í mun til somu tíð í fjør

Flutningsgjøldini hækkaðu 20 pst. á Eystur-Vestur rutunum, meðan tey hækkaðu við 14 pst. á Norður-Suður rutunum.

Maersk Line lækkar vónirnar til úrslitið fyri alt árið til at verða "umleið 1 mia. dollarar" ístaðin fyri "yvir 1 mia. dollarar" í mun til eitt undirskot í 2016 upp á 384 mió. dollarar.

Broytingin stavar lutvíst frá telduálopinum, lutvíst frá hægru útreiðslunum til brennievni, skrivar reiðaríið.

Kelda: A.P. Møller-Mærsk