* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
A.P. Møller-Mærsk krevur 37 milliónir krónur í endurgjaldi fyri dálkaða olju.

Við ein dómstól í USA hevur Mærsk sett endurgjaldskrav móti Glencore. Reiðaríið vil hava endurgjald fyri tapið, tá bingjuskipið, Sofie Maersk, í mars 2018 fekk maskinskaða og noyddist at sleipast í havn. Sambært Mærsk var skitin olja, sum Glencore hevði latið skipinum, orsøkin til maskinskaðan.

 

9.160 teu stóra bingjuskipið, Sofie Maersk, var á veg úr Meksiko til Kina, tá tað fekk maskinskaða, og neyðugt var at sleipa tað í havn á Hawaii.

 

Glencore hevði latið brennievnið umborð av tveimum terminalum í Panama.

 

Sambært Mærsk fekk eitt annað skip hjá reiðarínum eisini trupulleikar av skitnari olju, sum skipið hevði fingið frá Glencore. Her oyðilegði skitin olja beinleiðis frá sær umborð á Maersk Aras. Oljupumpan á Maersk Aras varð oyðiløgd av dálkaðu oljuni.

 

Samlaða rokningin, sum Glencore hevur fingið frá Mærsk, er upp á 6 milliónir dollarar, tað eru umleið 37 milliónir krónur.

 

Kelda: Maritimedanmark