* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk kaðalskip lastar 118 kilometrar av kaðalum

Stóru málibondini skulu fram, tá kaðalskipið hjá Maersk Supply Service, Maersk Connector, tekur eina kaðallast umborð. Ein nýggj video vísir, hvussu framkomna kaðalskipið lastar tveir kaðalar upp á 59 kilometra longd hvør samstundis.

Videoin er tikin upp í Blyth og vísir, hvussu kaðalarnir verða fluttir úr hvør sínum lastarúmi til tær báðar karrusselurnar umborð á Maersk Connector, sum hava eina samlaða orku upp á 7.000 tons.

Teir samanlagt 118 kilometra longu 400kV kaðalarnir eru partar av sokallaða Nemo Link, sum knýtir Kent í Bretlandi saman við Zeebrugge í Belgia.

Maersk Connector er annað av einum nýggjum ættarliði av kaðalskipum bygd á Damen Shipyards Group. Maersk Supply Service eigur og rekur skipið, sum er bygt til eina sjey ára langa chartur-avtalu við DeepOcean.

Útgjørt við framkomnari kanningar- og útgrevstrarútgerð, er skipið við til at víðka møguleikarnar hjá DeepOcean í tyngra endanum av kaðalleggingarmarknaðinum. 

Maersk Connector vann í 2016 virðislønina ’Offshore Support Vessel of the Year Award’. Skipið var eisini við í endaspurtinum um at gerast ’Ársins Danska Skip 2016’, sum varð kosið á Danish Maritime Fair í oktober 2016.

Kelda: maritimedanmark.dk