* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

APM Terminals, sum Maersk eigur, er farið undir at byggja ein umskipingardepil ella bingju-terminal í Abidjan á Fílabeinsstrondini. Arbeiðið verður væntandi liðugt í 2021.

 

Nýggi umskipingardepilin, sum hevur pláss fyri 1,2 milliónum teu árliga, verður gjørdur við síðuna av verandi depli í høvuðsstaðnum, og verður rikin sum joynt-venture millum APM Terminals og Bolloré Ports, skrivar felagið í einum tíðindaskrivi.

 

- Tá ið umskipingardepilin fer í drift, verður Abidjan einasta havnin í Vesturafrika, sum megnar at avgreiða stór skip upp í 14.000 teu og fer tískil at skapa stóran áhuga millum maritimar kundar og kundar á landi, sum tá fáa heilt nýggjar møguleikar, sigur David Skov, sum stendur fyri virkseminum hjá APM Terminals í Afrika og í Miðeystri.

 

Umskipingardepilin verður gjørdur á einum 37,5 hektar stórum øki og fær eina atløgubryggju, sum verður 1,1 kilometrar long. Depilin verður útgjørdur við STS-kranum, tveimum jarnbreytasporum inn til terminalin og pláss verður fyri 1.100 kølibingjum. Og talan verður um einasta umskipingardepil sunnanfyri Sahara, sum verður rikin við grønari orku.

 

Kelda: APM Terminals / Maritimedanmark