* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk fær harðar atfinningar eftir deyðsvanlukku

Norsku myndugleikarnir hava í kanningini av deyðsvanlukkuni á boripallinum Maersk Interceptor 7. desember funnið álvarsamar manglar í arbeiðsskipanum og -mannagongdum, sum teir krevja verða rættaðir í stundini.

Vanlukkan hendi í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði upp á eina nýggja rávatnspumpu umborð á Maersk Interceptor. Ein persónur datt í havið og doyði og ein annar varð álvsliga løstaður.

Norska Kolvetniseftirlitið, sum hevur gjørt kanningarnar umborð á Interceptor upplýsir, at tey hava funnið “álvarsamar manglar í skipanum og mannagongdum fyri tilfarshandfaring” og hava tí álagt Maersk Drilling Norge at fáa viðurskiftini í rættlag sum skjótast.

Ein neyv gjøgnumgongd skal gerast av skipanunum og nýtsluni av kranaútgerð á øllum pallum í nýtslu á norska landgrunninum, herundir egineftirlit og upplæring av starvsfólki, sum brúka slíka útgerð. Harumframt skal Maersk Drilling Norge kortleggja og gjøgnumganga øll arbeiði í sambandi við tilfarshandfaringarmannagongdir fyri uppsetan av rávatnspumpum á øllum pallum í nýtslu á norska landgrunninum.

Felagið hevur fingið freist til 28. februar í ár at fáa avgreitt øll hesi viðurskifti og skal í næstu viku lata inn eina ætlan fyri, hvussu hetta skal gerast.

Maersk Drilling og AkerBP siga í einum felags tíðindaskrivi, at tey ætla at lúka øll krøvini frá Kolvetniseftirlitinum.

Kelda: Petroleumstilsynet/maritimedanmark.dk.