* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Invinceble.

Maersk Drilling vinnur sáttmála Noregi

Maersk Drilling hevur tryggjað sær sáttmála við Aker BP fyri “jack-up-pallin” Maersk Invincible, sum skal bora tríggjar brunnar í norska Iver-Aasen-økinum. Sáttmálin varðir væntandi í 86 dagar, og arbeiðið byrjar eftir ætlan í september-oktober í ár. Tað boðar Maersk Drilling frá í tíðindaskrivi.

 

Sáttmálin er gjørdur undir rammuavtaluni, sum Maersk Drilling gjørdi í 2017, tá sonevnda Aker BP Jack-Up Alliance varð sett á stovn. Ein avtala, sum eisini fevnir um Halliburton.

 

- Vit fegnast um at kunna boða frá næstu uppgávuni hjá Maersk Invincible fyri Aker BP. Boripallurin verður útgjørdur við spildurnýggjum lág-útláts-uppstigingum, og vit eru tilreiðar at halda fram við góða samstarvinum, sum hevur givið sera góð úrslit, tá tað snýr seg um rakstrarvirknið og lægri útlát, sigur Morten Kelstrup, COO í Maersk Drilling.

 

Maersk Invincible, sum er smíðaður í 2016 til arbeiðir í Norðsjónum, arbeiðir í løtuni fyri Aker BP. Nýggi sáttmálin hevur virðið upp á 22,4 milliónir dollarar – umleið 158 milliónir krónur umframt tænastur o.a.

 

Kelda: Maersk Drilling/Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=PS6c10fX5Ro]
Sjónbandamyndir frá arbeiðnum umborð á Maersk Invinceble.