
222 metrar langa bingjuskipið BF Tiger, sum er skrásett í Antigua & Barbuda, og sum Maersk hevur chartrað sambært Fleetmon, rendi sunnudagin saman við 118 metrar langa kinverska farmaskipinum Xinghang í Suðurkinverska Havinum, í ein landsynning úr Ningbo.
Samanstoyturin í Suðurkinverska Havinum var so ógvusligur, at kinverska farmaskipið sakk stutt eftir samanstoytin.
Trý av manningini upp á fýra vórðu bjargað, meðan ein doyði.
Aftaná samanstoytin legði BF Tiger fyri akker í Ningbo Anchorage, og har liggur tað framvegis.
Ningbo er ein av kinversku havnunum, har skipaferðslan er mest.
Kelda: Maritimedanmark