* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk hevur bílagt seks stór bingjuskip aftrat, sum kunnu sigla upp á grønt metanol. Tey seks skipini verða smíðað á Hyundai Heavy Industries og taka 17.000 teu. Tey koma í staðin fyri verandi skip í Maersk-flotanum.

 

- Tað er tørvur á alheims broytingum í hesum áratíggju til tess at røkka málið í París-avtaluni og avmarka alheims upphiting upp á 1,5 hitastig, sigur Henriette Hallberg Thygesen, forstjóri í Fleet & Strategic Brands í Maersk.

 

- Hesi seks skipini, sum kunnu sigla upp á grønt metanol/træspritt, vaksa upp aftur meira um royndirnar at bjóða kundum okkara veðurlagsvinarligan flutning, sigur hon.

 

Við hesum ordranum hevur Mærsk í alt bílagt 19 skip við dual-fuel-motorum, sum eisini kunnu sigla upp á grønt metanol.

 

Tey seks 17.000 teu-skipini skulu handast í 2025 og skulu sigla undir donskum flaggi.

 

Tá øll 19 skipini, sum eru bíløgd og koma í sigling og onnur eldri skip tikin úr flotanum, skapar tað 2,3 milliónir tons av CO2-útláti.

 

Kelda: Maritimedanmark