* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk leggur seg á odda í ætlanunum um grønari skipaferðslu. Fyri kortum varð sagt, at fyrsta CO2-nevtrala skipið skuldi bíleggjast í 2023 og fara av bakkastokki í 2030. Men nú sigur A.P. Møller-Mærsk, at skipið fer av bakkastokki longu um tvey ár.

 

Mærsk verður í 2023 fyrsta reiðaríið í heiminum, sum fer at sigla við einum CO2-nevtralum skipi. Hetta er sjey ár fyrr enn roknað varð við upprunaliga. Tað upplýsir Mærsk í einum tíðindaskrivi sambært Søfart.

 

Søfart skrivar, at sambært forstjóran í Mærsk, Søren Skou, hevur danska logistikk- og flutningsfelagið ætlan um at vísa vegin fyri einari alheims CO2-nevtralari vørustreymsamskipan (logistik-samskipan).

 

- Okkara ætlan um ein CO2-nevtralan flota í 2050 var eitt “mánaskot”, tá vit søgdu tað í 2018. Í dag síggja vit tað sum eina avbjóðing, og eisini sum eitt mál, ið kann røkkast, sigur Søren Skou.

 

Framtíðar Mærsk-skipið fer at sigla upp á annaðhvørt e- ella biometanol. Tað er eitt av alternativu brennievnunum, sum Mærsk vísir á fyri framtíðina. Skipið fer eisini at hava møguleika at sigla við vanligum brennievni við lágsvávulinnihaldi.

 

CO2-nevtrala kipið hjá Mærsk skal hava pláss fyri 2.000 20-fóts bingjum, og reiðaríið ætlar, at tað skal sigla á einari av intra-reginalu farleiðunum. Tað kundi til dømis verið millum tveir býir í Evropa.

 

Kelda: Søfart