* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Summi kolaskip hava bíðað út fyri Kina í 200 dagar.

Panama biður nú aðalskrivaran hjá IMO um at hjálpa meira enn 1.500 sjófólkum á 74 skipum, sum eru komin í rasshaft í kola-ósemjuni millum Avstralia og Kina. Kina steðgaði í fjør kolainnflutinginum úr Avstralia, og tískil sleppa mongu skipini, sum bíða uttanfyri havnarbýir í Kina, ikki til bryggju.

 

- Okkara mál í hesum sambandi er at finna eina skilagóða loysn fyri manningarnar á hesum skipum, so tær kunnu sleppa heim, sigur sjóferðsluráðharrin í Panama, Noriel Arauz.

 

- IMO kann vera til hjálpar í sambandi við ymiskar myndugleikar og syrgja fyri, at mannarættindini og trivnaðurin hjá manningunum ikki verður gloymdur í ósemjuni, sigur hann.

 

Av teirri orsøk hevur Panama heitt á aðalskrivaran í IMO, Kitack Lim, at vera til hjálpar vegna sjófólkini og reiðaríini.

 

Søgur hava gingið um, at kinesiskir myndugleikar hava umhugsað at seta stongsulin fyri kolainnflutningi úr gildi, ein stongsul, sum eftir øllum at døma varð settur í gildi, tí kinesiskir myndugleikar vóru ónøgdir við, at Avstralia ikki vildi nýta 5G-netverkið hjá Huawei, og ynskið hjá Avstralia at kanna, hví Covid-19 tók seg upp í Wuhan. Enn er kortini einki hent í málinum.

 

Onkur av skipunum hava nú bíða uttanfyri Kina í 200 dagar, skrivar TradeWinds.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark