* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein filipinskur maður lá 22 tímar í sjónum, áðrenn hann varð bjargaður eftir at vera dottin fyri borð av reikferðaskipinum, Norwegian Getaway.

Maður lá í sjónum í 22 tímar

Tað er onki minni enn eitt undur, at ein av manningini á Norwegian Getaway, ein filipini, varð afturfunnin eftir at vera dottin fyri borð.


Tað var eitt av skipunum hjá reiðarínum, sum sunnudagin fann 33 ára gamla filipinska mannin, sum 22 tímar frammanundan var dottin fyri borð – 45 kilometrar í ein útnyrðing úr Pinar del Rio á Kuba. Tað skrivar Miami Herald.


- Hatta var onki minni enn eitt undur, sigur Christine Duffy, stjóri í Carnival Cruise Line.


Tann 33 ára gamli maðurin datt fyri borð av Norwegian Getaway seinnapartin leygardagin, og skipið vendi beinanvegin at leita eftir manninum. Ikki fyrr enn 22 tímar seinni varð hann funnin, og tað var eitt heilt annað skip hjá sama reiðaríi, ið fann filipinska mannin, har hann lá og svam á opnum havi. Tá var amerikanska sjóverjan hildin uppat at leita eftir honum.


Hóast hann hevur svomið á havinum í 22 tímar, hevur hann tað eftir umstøðunum gott.

Reikferðaskipið, Norwegian Getaway, sum var á einari átta-dagar reikferð, er nú komið aftur í havn í Miami í USA. Bjargingarskipið, Carnival Glory, heldur fram á síni sjey-dagar ferð móti Cozumel í Meksiko.

Kelda: Miamy Herald / EB