* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hanjin Heavy Industries & Construction í Suðurkorea.

Fyrrverandi so stóra suðurkoreiska skipasmiðjan, Hanjin Heavy Industries & Construction, hevur onga bílegging havt upp á farmaskip í seks ár.

 

Men nú hevur eitt “loyniligt” felag í Evropa bílagt fýra bingjuskip við einum kapasiteti upp á 5.500 TEU hvørt.

 

Tað upplýsir skipasmiðjan á heimasíðu síni.

 

Kreditorar seldu fyrr í ár skipasmiðjuna til koreiska stórsamtakið Dongbu Corp.

 

Fíggjarliga hevur skipasmiðjan ligið í tungum sjógvi, síðan systurfelagið, Hanjin Shipping, fór av knóranum í 2016. Reiðaríið var tá sjeyndi-størsta reiðarí í heiminum, og sendi fíggjarligar ristingar um allan heim.

 

Hanjin Heavy Industries upplýsir, at seinasta bíleggingin upp á fýra skip hevur eitt virði upp á umleið 270 milliónir dollarar.

 

- Vit prógva sostatt kappingarevni okkara á marknaðinum við at vinna fyrstu bíleggingina upp á handilsskip síðan samanleggingina og yvirtøkuna, og vit eru nú før fyri at byrja vanligt virksemi aftur, sigur ein talsmaður hjá skipasmiðjuni á heimasíðuni.

 

Hanjin-skipasmiðjan, sum í stórleikatíð síni var millum heimsins størstu skipasmiðjur, hevur síðan 2015 livað av ríkisstuðuli og almennum skipum.

 

Kelda: Søfart