* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Scandinavian Star.

Løgverjan hevur ikki kannað tryggingarviðurskiftini kring “Scandinavian Star”. Tað sæst í einum uppriti hjá danska løgmálaráðnum.

 

Var tað tryggingarsvik, sum var grundin til morðbrandin á Scandinavian Star í 1990?

 

Hesin spurningurin hevur verið settur við jøvnum millumbili heilt síðan hendingina fyri 30 árum síðan. Og nú er svar komið frá Løgmálaráðnum: Danska løgverjan kannaði ongantíð hendan partin til lítar.

 

Tað skrivar Politiken sambært Søfart.

 

Blaðið vísir til eitt sjáldsamt bræv frá Løgmálaráðnum til Rættarnevndina hjá Fólkatinginum:

 

“Løgmálaráðið harmast um, at svarið (frá Ríkisadvokatinum) av órøttum letur skilja, at løgverjan gjørdi umfatandi kanningar.”

 

Svarið kemur í kjalarvørrinum á, at málaráðið í juni skrivaði, at Keypmannahavnar Politi hevur upplýst, at løgverjan hevur gjørt umfatandi kanningar av, um Scandinavian Star var tryggjað fyri tað tvífaldað av virðinum á skipinum.

 

Tað var skeivt.

 

Í staðin vísir Løgmálaráðið á, at Ríkisadvokaturin gjørdi eina frágreiðing í sambandi við málið í 2005, sum millum annað snúði seg um umfatandi eigara- og tryggingarviðurskiftini, skrivar málaráðið til Rættarnevndina.

 

Sostatt er tað greitt, at ein av størstu illgrununum um eitt møguligt “motiv” handan morðbrandin á Skandinavian Star í 1990 ongantíð er kannað til botns.

 

Kelda: Politiken / Søfart