* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aksel V. Johannesen fer í dag at boða frá, at hann ger ikki fleiri royndir at skipa samgongu eftir løgtingsvalið.

Løgmaður letur stafettina víðari í dag

Eftir ætlan fer Aksel V. Johannesen í dag at boða frá, at andstøðuflokkarnir nú fáa stafettina at gera roynd at skipa landsstýrið.

 

Talan er um Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Hesir tríggir flokkarnir vunnu løgtingsvalið, og umboð fyri flokkarnar søgdu eftir ein fund í gjár, at teir ynskja at taka upp samgongusamráðingar.

 

Sjálvstýrið, sum bert hevur ein tinglim eftir løgtingsvalið, nevniliga Kristin Michelsen, verður ikki við í samgongusamráðingunum.

 

Sagt varð eftir fundin millum andstøðuflokkarnar í gjár, at Miðflokkurin vil ikki hava Sjálvstýrið við í tingingarnar um nýggja samgongu.