* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Lekur olju eftir at hava rent á mola

Eitt bingjuskip hjá MSC hevur likið nakað av olju, eftir at hava siglt á ein mola í Turkalandi. Hol kom á 5.711 TEU stóra MSC Katuayni mánamorgunum við Yilport í Gebze. Skipið, sum hevði loðs umborð, fekk millum annað skaða á ein brennievnistanga.

 

MSC gjørdi alt, sum gerast kundi, fyri at bøta um støðuna eftir at MSC Katyani rendi á molan, til dømis varð samskift nógv við havnarmeistaran. Roynt varð eisini at flyta brennievni fyri at sleppa undan ov nógvari oljudálking.

 

- Skipið verður umvælt á staðnum, sigur eitt umboð fyri MSC.

 

Tvær flotbyrgingar eru lagdar út fyri at avmarka dálking.

 

Kelda: Maritime Danmark